#Setri%C3%B0

Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-06-14

Um eina viku - hósdagin 22. juni 2023 kl 13 - verður vinnarin av arkitektakappingini um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetrið kunngjørdur. Tiltakið verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju. #setrið #kampus #fopol

Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-05-26
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-04-26

Útsýnið av 4. hædd á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum. Undirvísi í vakstrarfyritøkum í dag. #dagsinsMynd #Setrið

Tinganes sæð úr eystri
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-04-12

Samrøða við Hannes Gislason og Torben Nielsen um skapandi vitlíki og áheitanina frá summum um at steðga á í 6 mánaðir
kvf.fo/gmf?sid=155366

#Setrið #Hugskotið

Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-03-14

"Innslagið í Degi og viku í gjár um ungu lesandi kvinnuna á Glasi vísir, at vit mugu fáa alt útbúgvingar-verkið við í hetta stóra og áhaldandi góðskutryggingararbeiðið, sum nú er grundfest á Setrinum. (...) Vit mugu tryggja okkum, at føroyskar útbúgvingar ikki føra til læstar dyr á hægri útbúgvingar-stovnum, og tað flytførið eiga øll at kunna krevja av einum væl samskipaðum útbúgvingarverki" @martinz, rektari á Setrinum

in.fo/news-detail/vidmerking-t

#Setrið #útbúgving #fopol

Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-03-10

Í gjár var fundur í stýrisbólkinum fyri samstarvið, sum er millum Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya

“Tórshavnar kommuna og Fróðskaparesetur Føroya draga somu línu, nú stóra kampusætlanin tekur skap á Debesartrøð og á Frælsinum, og har alt virksemið verður samlað.”

torshavn.fo/tidindi/nyggi-setu

#setrið #kampus

Heðin Mortensen, Martin Zachariasen og Ólavur Ellefsen
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-03-09

Ástaðarfundur #kampus #Setrið

Vinnuháskúlin
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-02-23
Sólsetur á Vestaru Bryggju 23. februar 2023
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-02-22

Búskaparfrøðilesandi á valfakinum #Vakstrarfyritøkur vitja @Hugskotið, har @soley skipar fyri verkstovu um amboðið Value Proposition Canvas #Hugskotið #startup #scaleup #Setrið #StartupsAndScaleups

Fólk lurta eftir framløgu í Hugskotinum
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-02-21

@julius greiðir KT-verkfrøðilesandi á Setrinum frá um Big Data og um @flowcore #Hugskotið #Setrið

KT-verkfrøðilesandi lurta eftir framløgu um Big Data
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-01-18

Seinnu árini hava alsamt fleiri valt at taka sína hægri útbúgving á Setrinum, men vit vita eisini frá kanningum, at tey lesandi nevna ónøktandi fysiskar karmar á Setrinum og bústaðartrot sum meinbogar í lestrarlívinum. Tað skulu Føroyar loysa við at fremja kampusætlanina stig fyri stig, so vit fáa skapt eitt spennandi og mennandi lestrarumhvøvi her, har lestraríbúðir eisini verða til taks, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

setur.fo/fo/setrid/tidindi/lan

#setrið #setur #FróðskaparseturFøroya #kampus

Aftast frá vinstru: Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri, Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini og vararektari, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, Martin Zachariasen, rektari, May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Fremst frá vinstru: Hans Andrias Sølvará, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, og Zakaris Svabo Hansen, varadekanur á Føroyamálsdeildini
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2023-01-17

Fróðskapur: Frí atgongd til 667 greinar og 49 bøkur

Á síðuni ojs.setur.fo ber nú til at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Talan er í løtuni um 667 greinar síðani 1952. Í nýggjasta ritinum, nr. 68 frá 2022, eru 5 greinar.

Eisini er yvirlit yvir allar bøkur sum Fróðskapur hevur givið út síðani 2005. Av hesum 68 bókunum eru 49 lagdar frítt út.

setur.fo/fo/setrid/tidindi/fro

#Setrið #Setur #FróðskaparseturFøroya

Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2022-12-21

Undangóðkenning til kampus

Landsverk bjóðar til luttøku í almennari undangóðkenning, at verða við í tilgongdini at gera uppskot til felagsbygning til kampus á Setrinum.

Undangóðkenningin gevur atgongd til luttøku í arkitektakappingina um felagsbygningin í Nóatúni.

Les meira á heimasíðuni hjá Landsverki landsverk.fo/fo-fo/felagsbygni

#kampus #setrið #campus #setur #nóatún #frælsið #debesartrøð

Loftmynd av kampus-økinum
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2022-12-15

Ársins orð - næstu 10 árini: samanbræðing

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er eydnast at fáa meira orku ÚR eini samanbræðing (fusjón) enn løgd var Í, og skulu vit trúgva teimum klóku, so merkir tað byrjanina til eina orkukollvelting.

Gongur væl, so eru fyrstu samanbræðingarorkuverkini í rakstri um 10 ár.

technologyreview.com/2022/12/1

sprotin.fo/dictionaries?_Searc

#vísindi #gransking #setrið #setur

Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2022-12-14

Serfrøðingabólkur: Skundast má undir universitetskampus

Í eftirmetingini av Fróðskaparsetri Føroya sigur uttanhýsis serfrøðingabólkurin, at fremsta tilmælið fyri at góðskumenna útbúgvingarnar er at skunda undir kampussið, sum má sniðgevast soleiðis, at fólk trívast við at læra og búleikast har. #setur #setrið

setur.fo/fo/setrid/tidindi/ser

Kampus
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2022-12-13

Í dag var móttøka fyri komandi og fráfarandi rektarunum á Fróðskaparsetrinum, Martin Zachariassen og Chik Collins #setur #setrið

Martin Zachariassen og Chik Collins
Ólavur Ellefsenolavur@e.fo
2022-12-12

Á nýggjárinum verður vaktarskifti á rektaragongini á Fróðskaparsetri Føroya, tá Chik Collins leggur frá sær, og Martin Zachariasen tekur við.

Í tí sambandi verður almenn hátíðarløta í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn týsdagin 13. desember klokkan 15.

Røður verða hildnar og okkurt gott verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.

setur.fo/fo/setrid/tidindi/alm

#setrið

Client Info

Server: https://mastodon.social
Version: 2025.04
Repository: https://github.com/cyevgeniy/lmst