#bur%C3%B0ardygd

Oda W AndreasenOda@e.fo
2022-12-08

Dagsins mynd, sólarris yvir Borgardal í Mykinesi.

Set X við Framsókn og meg, set krossin við umhvørvi og burdardygga ferðavinnumenning.

Gott val ☘️🧡

#framsókn #løgtingsval2022 #náttúra #burðardygd #ferðavinna

Oda W AndreasenOda@e.fo
2022-12-05

3 løgtingsval 2015, 2019 og 2022 og sami boðskapur, burðardygg ferðavinna, náttúra og umhvørvi.

Gjaldsportur verja ikki náttúru og djóralív, men skipað gongd í haga við føroyskum ferðaleiðara bæði verjir náttúru og djóralív og leggur pening eftir seg til bøndur og føroyskar ferðaleiðarar.

Lat okkum finna felags stev til frama fyri okkum øll ☘️🧡

Les alla greinina á mínum FB vanga

Vel Framsókn og meg 8 desember.
#framsókn #løgtingsval2022 #umhvørvi #burðardygd #ferðavinna

Oda W AndreasenOda@e.fo
2022-12-02

Dagsins mynd Hylamaðurin í Mykinesi.

Gott vikuskifti 🧡

#náttúra #val2022 #burðardygd #framsókn

Oda W AndreasenOda@e.fo
2022-12-02

Vit mugu fáa játtan at varðveita føroyska rossið ❤️

Einans 86 føroysk ross eru í heiminum, vit mugu fáa hjálp við at avla.

Eingin lóggáva er í Føroyum um skráseting ella útflutning av rossum, ið eru folaði í Føroyum.
HFS sigur seg hava tørv á at fáa játtan oyramerkta til uppgávuna, fyri at kunna seta lógfrøðing í starv, sum einans tekur sær av útflutningsmálinum.

Mynd úr Mykinesi, nú eru øll rossini seld og flogin av oynni 🥲

#føroyskross #val2022 #umhvørvi #burðardygd #djóralív #náttúra

Oda W AndreasenOda@e.fo
2022-12-01

Landbúnaðurin skal skipast meira burðardygt.

Hvar er best at framleiða grønmeti? Hvar er best at hava neytahald? Hvar er best at hava seyð í haganum? Hvi gera vit ikki meira burturúr ullini? Hvar er best at gera vakrar leiðir og gøtur til okkara útlendsku ferðafólk og okkum sjálvi? Hvussu tryggja vit burðardygga fuglaveiðu?

Vit mugu gera ítøkiligar ætlanir og ein politikk fyri landbúnaðin.

Hesum fari eg at arbeiða fyri.

X við Framsókn og fegin meg.

#val2022 #framsókn #burðardygd
@sjurdur

Client Info

Server: https://mastodon.social
Version: 2025.04
Repository: https://github.com/cyevgeniy/lmst